HMU Podcast

Vit hava valt at broyta formati hjá HMU Podcast eitt sindur. Vit fara nú í eina nýggja røð, har vit ganga ígjøgnum Matteus evangeliið – eitt kapittul fyri hvønn part. Endamálið er at fara í dýpdina og skapa eitt samanhangandi yvirlit, har vit saman kunnu lesa, skilja og tosa um tekstin. Ein mega spennandi røð sum vit gleð okkum nógv til. Vertir í hesum fyrsta parti eru Bjarta og Sjúrður.

What is HMU Podcast?

Vælkomin til podcastin hjá HMU. HMU Podcasturin er ein ungdómspodcast, har 3 ung hittast at tosa um ymisk evnir og kanna, hvat bíblian sigur um tey, við ymiskum gestum. Vertirnir eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.