Missiónshúsið Libanon

Efesus 6, 10-24.

Vit eru stødd í hesum stóra stríðnum, um vit ynskja tað ella ikki, og tað ræður um at verða fúsur nú, og lurta eftir tí, sum Paulus her sigur, tí vandin er annars, at vit ikki eru standandi, tá alt er vunnið.

Paulus hevur við nógvum mætum og djúpum orðum gjøgnum hetta bræv elt okkum til eitt sjónligt máttmikið kristiligt lív í takksemi og Guðs ótta. Takk fái Guð at hann við orði sínum ger okkum greitt hvat vit standa í! Og kall hansara er, "verði standandi og gevi ikki eftir!" Verða vit íklædd verk Hansara, tá skulu vit eisini megna at standa ímóti, ikki í okkara kraft, men í hansara.

--
Agnar Falkvard Joensen talar.
Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 15. oktobur 2023.

Creators & Guests

Guest
Agnar Falkvard Joensen

What is Missiónshúsið Libanon?

Missiónshúsið Libanon í Sørvági.