HMU Podcast

Hesa ferð er Kartin Høgnesen gestur í HMU Podcastinum. Evnið, sum hann fer at tosa um, er: "Hvat geri eg, tá eg felli í freisting?"
Kartin Høgnesen er millum annað kendur sum frisør, men nú arbeiðir hann sum ungdómsráðgevi í Heimamissiónini. Vertirnir í sendingini eru Bjarta og Sjúrður.
Tú kanst eisini hyggja eftir podcastinum á YouTube.

What is HMU Podcast?

Vælkomin til podcastin hjá HMU. HMU Podcasturin er ein ungdómspodcast, har 3 ung hittast at tosa um ymisk evnir og kanna, hvat bíblian sigur um tey, við ymiskum gestum. Vertirnir eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.