HMU Podcast

Hesa ferð er Fríði Dam gestur í HMU-podcastinum. Evnið í sendingini er "Kristin um allan heim". Fríði hevur, síðan hann var heilt ungur, havt ein dreym um at sleppa út við Logos Hope, sum er eitt skip hjá OM. Hesin dreymur gjørdist veruleiki, tá ið hann í tvey ár sigldi við Logos Hope sum maskinmeistari. Vertirnir í sendingini eru Bjarta og Hjalmar. Tú kanst eisini síggja podcastið á YouTube.

What is HMU Podcast?

Vælkomin til podcastin hjá HMU. HMU Podcasturin er ein ungdómspodcast, har 3 ung hittast at tosa um ymisk evnir og kanna, hvat bíblian sigur um tey, við ymiskum gestum. Vertirnir eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.